Tað var tá Jóngerð Purkhús var landsstýriskvinna í fíggjarmálum miðskeiðis í áttatiárunum, at ferðagjaldið upp á 120 krónur fyri hvønn ferðandi varð sett í gildi. Sagt varð, at talan var um eitt fyribils avgjald, eins og oljuavgjaldið.
Hetta gjald skuldi koma ferðavinnuni til góðar, men vinnan hevur einki sæð til hesar pengar. Mett verður, at Atlantsflog rindar umleið 14 milliónir krónur til landskassan um árið og Smyril Line um seks milliónir krónur.
Rokningina senda ferðafólkaflutningsfeløgini sum vera man víðari til ferðafólkini, sum rinda prísin sum valla gagnar føroyskari ferðavinnu.