Landið skal keypa fisk til virkingar

Miðflokkurin skjýtur upp, at landið – gjøgnum Realin – skal fíggja keyp av frystum fiski til tess at fáa lív aftur í flakavinnuna.

– Landið eigur í eina avmarkaða tíð at fíggja goymslu av frystum fiski, sum virkir kring landið so kunnu seta í framleiðslu, tá høvið býðst. Trupulleikin hjá flakavirkisvinnuni er kapitaltørvurin, og tí eigur landið at lyfta hesa uppgávuna.

Tað sigur Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin í politiskari viðmerking.

Bill Justinussen vísir á, at øll vita, hvussu svikaligt arbeiðið á einum flakavirki er, nú lítil fiskur er á grunninum.

– Teir dagar, tá arbeiðsfólk noyðast at vera heima og fáa pengar úr ALS, kundu virkini heldur arbeitt tiðnaðan fisk. Tað hevði økt um framleiðsluna á landi. Tað hevði gjørt tað hugaligari at arbeitt á flakavirki. Tað hevði minkað um arbeiðsloysið og harvið minkað um trýstið á arbeiðsloysisskipanina. Og tað hevði givið fleiri skattainntøkur, sigur tingmaðurin.

Bill Justinussen sigur seg vera væl vitandi um, at slík skipan er kappingaravlagandi.

– Ja, tað er rætt, so leingi, sum kapping er. Men tá ongin kapping er, 1700 fólk eru arbeiðsleys, og lítið av fiski er til, hava vit øll ein trupulleika. Og so leingi sum kappingaravlaðingin snýr seg um fígging og ikki stuðul, burdi vandin fyri at skeikla marknaðarkreftirnar verið lítil. Tí hvussu sær út við kappingarstøðuni á fíggingarmarknaðinum í dag? Peningastovnarnir velja nakrar út, sum teir hava álit á, og geva øðrum krakk, júst fyri at tryggja sínum kundum bestu kappingartreytir, sigur Bill Justinussen.

Bill Justinussen sigur, at hann hevur havt samrøður við løgmann og aðrar samgongufelagar um málið.

– Hesar samrøður hava vissað meg um, at slíkum politikki er lív lagað.

Í Sosialurin beint fyri páskir segði Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, at hann fer úr samgonguni, um politikkurin ikki verður broyttur grundleggjandi.