Landið meir kommunur minni

Fyribils skattauppgerðin fyri januar mánaða vísir, at landið fekk nakað meiri inn í skatti, meðan kommununnar partur minkaði

Munurin á skattainntøkunum hjá kommununum fyri januar mánaði í ár í mun til sama mánaða í fjør varierar út einari meirinntøku upp á 28,17% til eina minni inntøku upp á 28,32%. Men tað er hjá teimum heilt smáu kommununum.

Fugloyar kommuna fekk í januar mánaði í ár 88.082,00 krónur inn í skatti móti 68.722,00 í januar í fjør, svarandi til 28,17%. Hinvegin fekk Húsa kommuna 75.139,00 krónur inn í januar í ár móti 104.831,00 krónum í januar í fjør, ein minking á 28,32%.

Hjá størru kommununum liggur munurin millum +11,43% og -14,82%. Størsta vøksturin hevur Eysturkommuna við 11,43% meiri í skatti, meðan Sørvágs kommuna fær heili 14,82% minni inn í januar í ár í mun til sama mánaða í fjør.

Bæði Tvøroyrar og Vágs kommuna fingu meiri inn í skatti í januar í ár í mun til sama mánaða í fjør, ávikavist 70.968,00 krónur meiri (1,99%) og 142.571,00 krónur (5,94%).

Annars er virksemið vesturi í Vágum nógv minkað, sambært skattatølunum. Sum nevnt fekk Sørvágs kommuna 14,82% minni inn í skatti í januar í ár í mun til í fjør, og sama er galdandi fyri Vága kommunu, sum fekk 12,70% minni inn í skatti.

Í Havn minkaði skattainntøkan úr 43.352.356,00 krónum niður í 42.506.103,00 krónur svarandi til 1,95%.

Samlað minkaði skattainntøkan hjá kommununum úr 98.468.759,00 krónum fyri januar 2008 niður í 96.958.016,00 krónur fyri januar í ár, ein minking á 1.510.743,00 krónur svarandi til -1,53%, vísa fyribils hagtøl frá TAKS.