Broytingarnar í pensjónunum hava fingið nógva umrøðu, men formaðurin í Javnaðarflokkinum, Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur, at flestu pensjónistar hava fingið meira í pensjón eftir broytingarnar.
-Samhaldsfasti ger, at pensjónirnar hækka og vit vilja styrkja samhaldsfasta. Tað er tryggari fyri pensjonistarnar at pensjónirnar liggja í samhaldsfasta - heldur enn í landskassanum segði formaðurin í Jav naðarflokkinum.
Um fiskivinnuna segði hann at har er torført at finna semjur, men hetta má gerast. Fiskiríkidømi er ogn Føroya fólks og fiskiskapurin skal vera burðardyggur. Farið verður eisini frá olitiskari útluting til eina skipan, sum er marknaðarstýrd.
-Javnaðarflokkurin vil hava, at øll skulu hava atgongd til fiskiríkidømi á jøvnum føti. Vit halda, at fleiri fiskirættindi iga at fara um eina almenna skipan, men hetta skal gerast varisliga og vit mugu gera tað saman, segði Aksel V. Johannesen, floksformaður.
-Tað gongur væl í Føroyum og tað merkist longu kring landið, at vit hava tikið við. Komandi árini fara vit at knýta útjaðaran meira saman við restina av landinum. Vit gera eisini stórar íløgur í Glasir, tjóðleikhús, landssjúkrahúsið umframt bústaðir, sum 60 milljónir krónur eru settar av til, segði hann.
-Har sum tey veikastu eru, skal stuðulin vera sterkastur, legði hann afturat.