Tað var í fjør heyst, at Gjaldsstovan boðaði frá, at hon var farin undir eina effektivisering av gjaldsmannagongdum hjá tí almenna. Í hesum sambandi vóru krøv sett til vinnuna, um at hon gav eins gjaldstreytir til allar stovnar. Eisini var kravt, at hesar treytir vóru so mikið rímuligar, at tað fór at bera til hjá stovunum at halda hesar treytir, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu sínari.
Stórur partur verður goldin ov seint
Nú nýggja skipanin hjá Gjaldsstovuni er farin at virka, ger Gjaldsstovan mánaðarligar uppgerðir til Fíggjarmálastýrið yvir, hvussu góður gjaldari tað almenna er. Hesi tøl avdúka, at tað almenna ikki hoyrir teir bestu gjaldarnar.
Í marts mánað vóru 37 prosent av rokningunum hjá tí almenna goldnar ov seint. Vinnuhúsið sigur á heimasíðu sínari, at tað kunnu verða nógvar orsøkir til, at goldið verður ov seint. Men tað skerst ikki burtur, at trupulleikin hjá tí almenna við at halda sínar gjaldsfreistir, kostar vinnuni nógvan pening. Sambært Vinnuhúsinum hevur Fíggjarmálastýrið áður boðað frá, at tað leggur stóran dent á, at goldið verður til tíðina, og tí heldur Vinnuhúsið, at stýrið hevur nakað at fara í holt við.










