Millum seks og sjey milljónir krónur hava Framtak og landið fingið í vinningsbýti fyri ognarlutin í Smyril Line.
2015 er einasta árið síðani 2007 at vinnignsbýti er latið landinum og Framtak. KLandið hevur gjøgnum árini sett tilsamans 32,7 milljónir krónur í partapeningi í Smyril Line, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í einum svari til Ingolf S. Olsen, Tjóðveldi.
Landið eigur nú nominelt 18 milljónir í felagnum og tað svarar til 16 prosent av partapeninginum. Framtak eigur nominelt góða sjey milljónir krónur, sum svarar til góð seks prosent av partapeninginum.
Landsins partur er ikki seldur, men tað er parturin hjá Framtak, sum also er minkaður úr 28 prosentum niður í góð seks prosent. Partapeningurin var seldur fyri kurs 130, sum Framtak metti var hóskandi, tá ið hugsað var um søguligu gongdina hjá felagnum, sigur Poul Michelsen í svarinum til tjóðveldistingmannin.