Landið eigur at yvirtaka ein part av útreiðslunum hjá teimum báðum undirsjóvartunlunum í Føroyum.
Tað heldur meirilutin í fíggjarnevndini, sum eru samgonguflokkarnir.
Fíggjarnevndin er liðug at viðgera fíggjarlógina fyri næsta ár og nú skal so Løgtingið taka endaliga støðu.
Tann viðgerðin byrjar í morgin árini, men enn ber ikki til at siga, hvussu drúgv, viðgerðin verður.
Flyta útreiðslur
Ein niðurstøða, sum meirilutin í fíggjarnevndini er komin til, at Landskassin eigur at átaka sær tað, sum tað kostar at reka teir báðar undirsjóvartunlarnar.
Og meirilutin heldur eisini, at landsstýrismaðurin í vinnumálum eigur at syrgja fyri, at hesar útreiðslur verða fluttar frá undirsjóvartunlunum, yvir í landskassan.
Vágatunnilin kostar 2,6 milliónir í rakstri um árið og Vágatunnilin kostar 3,1 millión í rakstri. Sostatt kosta báðir undirsjóvartunlarnir 5,7 milliónir í rakstri um ári.
Her er talan um allan vanligan rakstur, umframt streymnýtsluna hjá tunlunum.
Anfinn Kallsberg, formaður í fíggjarnevndini sigur, at hetta eigur at verða gjørt fyri at javntseta undirsjóvartunlarnar við allar hinar tunlarnar í landinum.
- Sum støðan er nú, hava tunnilsfeløgini ábyrgdina av rakstrinum, eisini av vegunum til og frá tunlunum.
- Tað merkir, at tað eru tey, sum koyra ígjøgnum tunlarnar, sum betala hendan kostnaðin.
Hinvegin betalir landskassin alt, sum tað kostar at reka allar hinar tunlarnar í landinum og tann streymin, sum tunlarnir brúka.
Tí halda vit at tað er rætt, at allir tunlar verða javntsettir, so at tað almenna betalir tað, sum tað kostar at reka allar tunlarnar.
Anfinn Kallsberg vísir eisini á, at tá ið tunlarnir eru betaltir, fella teir til landskassan, sum tá átekur sæar allan rakstrarkostnaðin.
Harafturat arbeiðir samgongan við ætlanum um undirsjóvartunlar til Sandoyar og Suðuroyar. Men teir fara neyvan at gjalda nevnivert, hvørki til rakstur ella til rentur og avdrátt og tí kemur tað mesta av hesum útreiðslum at liggja í landskassanum.
- Tað, sum vit gera nú, er partvíst at taka hetta upp á forskot, leggur hann afturat.
Anfinn Kallsberg sigur, at her er talan um so lítlar upphæddir, at tað fer neyvan at ávirka prísin at koyra ígjøgnum tunlarnar.










