Landaplágan legði fyri

'Vaaanja, hví skalt tú vera so órein móti mer?" Tey mugu vera fá, sum ikki kennast við ógvuliga fangandi niðurlagið í sanginum 'Vanja', sum í fjør gjørdist ein sonn landaplága, og sum eisini eina Planetheiðursløn fyri ársins lag.

 

Heiðurin at seta hol á dagsins skrá á Summarfestivalinum var Jákup Eli Joensen. Tað gjørdi hann kl. 19 á Føroya Tele pallinum.

 

Í góðveðrinum vóru tað eisini nógv, sum vóru komin framvið at lurta eftir Jákup Eli, 'Vanju' og nógvum av hinum stuttligu sangunum. Tað vóru sangir frá báðum fløgunum, sum Jákup Eli hevur givið út, ið vórðu sungnir.

 

Eftir konsertina skrivaði Jákup Eli eisini nakrar autografar.

 

Síggj myndir frá konsertini her.