Fiskivinna
Í dag landa partrolararnir, Safir og Smaragd, í Klakvík. Teir hava roynt í eina góða viku, og veiðan liggur um 160.000 pund, meginparturin er upsi.
Á Landingarmiðstøðini í Klaksvík vænta tey línuskipið Kvik í morgin og Klakk hósdagin. Teir eru báðir undir Íslandi, men sum skilst, hevur fiskiskapurin verið smáligur har yviri.
Línuskipið Helena er eisini undir Íslandi hendan túrin.
Á seinasta túri undir Íslandi hevði línuskipið Jákup B eini 100.000 pund, meginparturin av veiðini var brosma og longa.
Jákup B er nú undir Føroyum, og á Landingarmiðstøðini í Klaksvík hava tey frætt um tvær setur hjá skipinum, sum góvu ávikavist 10.000 og 12.000 pund hvør.
Meira toskur
Úr Klaksvík verður annars sagt, at útróðrarbátarnir eru byrjaðir at fáa fisk aftur, og frægastu seturnar hava bátarnir ligið millum 5.000 og sløk 8.000 pund, meginparturin er toskur.
- Útróðurin hevur nýliga tikið seg uppaftur, og eg haldi, at bátarnir hava havt hampiligan fiskiskap í seinastuni. Teir hava ligið um eini 100 pund á línuna, og hjá onkrum hevur veiðan roynst enn betri, verður sagt á Landingarmiðstøð Føroya í Klaksvík.