Landa toskin í Føroyum, hýsuna í Skotlandi


Fiskivinna

At kapping er um fiskin, sæst á øllum uttanlandssølunum seinastu tíðina. Skip sigla á útlendska marknaðin, og fiskur verður landaður í Føroyum og sendur av landinum. Summi skip leggja ein part av veiðini upp í Føroyum og fara at landinum við tí partinum, tey vænta loysir seg best.
Línuskipið, Jógvan Norði, landaði fríggjadagin eini 50.000 pund av eitt nú toski og brosmu í


Saltangará, men fór niður til Skotlands við umleið somu nøgd av hýsu.
Fiskavirking í Saltangará landaði skipið. Saltfiskavirkið á Toftum keypti toskin til saltingar.


Kúrberg og
Vesturtúgvan

Snelluskipið, Kúrberg, landaði í Saltangará fríggjadagin. Teir høvdu eini 400 kassar av stórum og góðum toski, sum teir fingu á Føroya Banka. Eisini tann fiskin keypti Fiskavirking á Toftum.
Vesturtúgvan, sum partrolar saman við Grønanesi, landaði eisini í Saltangará fríggjadagin , meðan Grønanes landaði í Vestmanna. Bæði skipini vóru full; tey høvdu eini 180.000 pund av upsa í part.
- Fyrrapartin av túrinum royndu skipini vestanfyri, seinni á Føroya Banka. Upsin, teir fingu vestanfyri, var rættiliga smáur, meðan upsin, teir fingu á Føroya Banka, var væl betur, sigur Jason Johannesen, virkisleiðari.
Mánamorgunin hevði virkið í Saltangará eini 180.000-200.000 pund av upsa inni á gólvinum.
Ætlandi landa fyrrverandi Topas og Sardis í Saltangará í dag. Teir eru nú heimahoyrandi í Vágunum.

Myndatekstur (mynd av Jógvani Norði)