Landa línu-og trolfisk í Klaksvík

Í gjár landaðu tvey línuskip og ein trolbátur í Klaksvík, og í morgin kemur eitt línuskip aftrat umframt trolbáturin Varðin. Í gjár landaðu tvey línuskip í Klaksvík.

Klakkur hevði 90.000 pund av brosmu og longu, og Kvikk hevði sløk 80.000 pund, meginparturin var hýsa.

Trolbáturin Fiskaklettur landaði eisini í Klaksvík í gjár. Teir høvdu sløk 54.000 pund tilsamans, harav 29.000 pund var upsi og sløk 10.000 pund havtaska.

Í morgin kemur línuskipið Jákup B undan Íslandi og trolbáturin Varðin undan Føroyum, men á landingarmiðstøðini í Klaksvík vistu tey ikki í morgun, hvussu gingist hevur hjá teimum hendan túrin.

Seinni í hesi vikuni vænta tey partrolararnar Safir og Smaragd til landingar í Klaksvík.

Partrolararnir, Nónhamar og Fjalshamar, sum herfyri skiftu eigara, fóru út á triðja túrin leygardagin, so teir eru ikki væntandi aftur fyrr enn í næstu viku, um alt gongur sum ætlað.