Nógv virksemið er í havnarlagnum í Fuglafirði í løtuni, har fleiri skip eftir ætlan landa til Havsbrún í dag.
Á heimasíðuni hjá virkinum verður upplýst, at trý skip landa til virkið í dag. Høgaberg landar 2.000 tons, áðrenn Nýborg sleppur framat at landa 380 tons og síðst í røðuni er Jón Kjartansson við umleið 700 tonsum. Tilsamans tekur virkið sostatt ímóti 3.080 tonsum í dag.
Bæði Høgaberg og Nýborg vóru sambært heimasíðuni hjá Havsbrún eisini inni fyri átta døgum síðan og landaðu tey tá 3300 tons.