Land Rover Discovery:

Land Rover Discovery ll er kosin besti bilur í sínum klassa, í nýggju kvalitetskanningini "Total Quality Index", ið just nú er almannakunngjørd

 

Sambært eini kanning av bilamarknaðin, løgdu eigararnir av Land Rover Discovery ll seg ovast á einum lista við 16 SUV-modellum í miðalklassanum. Hetta var ein meting av hvussu væl kundarnir vóru nøgdir við bilarnar, tríggjar mánaðar eftir at teir vórðu keyptir. Kanningin vísti at Discovery ll er ein elegantur bilur, sum fult út livir upp til tað sum kundarnir vænta av einum bili í hesum klassanum.

 

Best í sínum klassa

 

Kanningin "Total Quality Index" er grundað á "Startegic Vision 2001 Vehicle Experience Study", ið er ein umfatandi kanning, har meira enn 34.000 brúkarar, ið keyptu nýggjan bil seinasta ársfjórðing í 2000 og fyrsta ársfjórðing í 2001, tóku lut. Tey vóru spurd hvussu teimum dámdu bilin, trygdina í bilinum, koyrieginleikarnar, útsjóndina, og ymiskt annað. Alt íroknað bleiv Discovery ll besti bilur í sínum klassa.

 

Kelda: Tíðindaskriv frá Rover Danmark