Áland dragnar frá Finnlandi

Samskiftið millum Áland og Finnland verður truplari, nú finnar venda sær frá tí, sum er norðurlendskt, skrivar blaðið Åland

Áland er í ferð við at gerast ein minni útgáva av Svøríki, og úrslitið av finska ríkisdagsvalinum fyrr í hesum mánaðinum við stórsigri til flokkin Rættir Finnar ber boð um, at sambandið millum Finnland og Áland viknar.
Tað heldur í hvussu er Niklas Lampi, sum er blaðstjóri á blaðnum Åland. Í oddagrein skrivar hann, at ávís viðurskifti so sum málið hava gjørt, at bondini millum álendingar og Svøríki hava altíð verið sterk. Nú er tað sama galdandi innan mentan og búskap, sigur hann.
Niklas Lampi vísir á, at 70 prosent av teimum álendsku umdómunum fara til Svøríkis at útbúgva seg, og at nógvar fyritøkur í Álandi við Álandsbankanum á odda eru virknar á tí svenska marknaðinum.
Í framtíðini verður tað truplari hjá álendingum at samskifta við Finnland á svenskum máli, nú finnar venda sær frá tí, sum er norðurlendskt, skrivar álendski blaðstjórin.