Tað eydnaðist ikki heilt hjá Chelsea at skræða seg púrasta leyst í oddinum í ensku Premier League.
Chelsea spældi í dag grannauppgerð móti West Ham, men oddaliðið fekk ikki meira enn javnleik burtur úr dystinum, sum fyrst og fremst snúi seg um tvey brotsspørk.
Tað fyrra av hesum sendi Alessandro Diamanti í netið beint undan steðginum, og tann leiðslan helt sær, til eitt korter var farið av seinna hálvleiki.
Tá fekk Chelsea eitt brotsspark, sum fleiri hildu vera rættiliga ivasamt.
Um hetta var orsøkin, er ilt at siga, men í øllum førum slapp dómarin, Mike Dean, rættiliga í brennidepilin. Lampard skoraði, men Dean vildi hava skotið tikið av nýggjum, tá Chelsea-spælararnir vóru ov grammir at koma inn í brotsteigin. Lampard skoraði eisini aðru ferð, men dómarin tók enn einaferð somu avgerð. Triðju ferð varð málið tó góðkent, og so fekk Chelsea hóast alt eitt stig við sær, soleiðis at teir nú eru fýra stig framman fyri næsta liðið í Premier League.
Úrslitini í dag:
West Ham-Chelsea 1-1
Wolves-Burnleys 2-0
Everton-Birmingham 1-1