Einki er at taka seg aftur í, at teir bláu úr London eru stórir favorittar at vinna seg víðari - sum tað triðja enska liðið - í fjórðingsfinaluna í Champions League-kappingini. Returdysturin á útivølli í griska høvuðsstaðnum ímóti Olympiakos endaði við javnleiki 0-0. Men er tað nakar javnleikur, sum er vandamikil á útivølli, so er tað júst úrslitið 0-0. Hetta veit Frank Lampard, sum mælir til varsemi, og at Chelsea-leikarnir ikki leypa fram av í heimadystinum á Stamford Bridge í kvøld. ?Vit skoraðu ikki í Athen, so lata vit eitt mál inn í kvøld, so hava vit veruliga lagt okkum sjálvar undir stórt trýst. Olympiakos eru stinnir til mótálop, so teir fara sjálvsagt at liggja framvið fyri at skora eitt útivallarmál tíðliga í dystinum.? Avram Grant, Chelsea-venjari segði í sínum lagi: ?Eg haldi tað er gott, at tá ein er partur av einum stórum felagi, so verður tú trýstur til at fremja tað fremsta og besta í verki. Eg haldi slíkt trýst, er gott trýst. Persónliga dámar mær at verða undir slíkum trýsti.?










