Lamhauge í Viborg

Meðan liðfelagarnir á landsliðnum vóru so mikið seinir til hús hóskvøldið, at teir ikki møttu til venjingar í føroysku feløgunum fyrrenn fríggjakvøldið, so vandi Christian Lamhauge Holst longu hósdagin seinnapartin í Lyngby. Tað komst av, at føroyska ferðalagið longu um middagsleitið kom úr Litava og til Keypmannahavnar.

Í dag er Christian Lamhauge Holst í Viborg, har Lyngby skal spæla avgerandi dyst í stríðnum um at sleppa undan aftastu plássunum.

Nítjan spælarar eru í Lyngby ferðalagnum, og tað er rættuliga sannlíkt, at Christian, sum mikukvøldið var á vøllinum í Kaunas í 74 minuttir, verður ímillum teir fyrstu ellivu hjá Lyngby.