Lali hevur tvey andlit

Í indisku heimbygd hennara halda tey, at hinduguðinnan Dunga er endurfødd í Lali

Lali, sum nú er fýra vikur gomul, hevur tvey andlit eins og rómverski guðurin Janus og hinduguðinnan Dunga. Í heimbygd hennara Saini Sunpura eru øll hunduar, og tey ivast ikki í, at guðinnan Dunga er endurfødd við Lali. AP skrivar, at høvdingurin í bygdini hevur gjørt av at byggja eini serlig hús til smágentuna, og at hann hevur søkt myndugleikarnar í landspartinum um stuðul til byggingina.

 

Indiskir læknar siga sambært AP, at burtursæð frá teimum báðum andlitunum er Lali sum onnur smábørn.