Laksur til fiskafars

Svøríki: Sviar hava brúkt nógvan pening til at byggja laksatrappur, soleiðis at laksur og síl lættari kunnu sleppa niðan í svensku áirnar at gýta.

Men hetta hevur eftir øllum at døma ikki gingið so væl, sum ætlanin var við hesum trappum.

Kanningar vísa, at bert 15% av fiskinum kemur heilskapaður oman aftur á sjógvin.

Restin av fiskinum verður malin til fiskafars í turbinunum, sum sviar hava sett í árirnar.