Laksavinnan havt methøgar prísir

- Vit fáa í løtuni ein miðalprís fyri feskan laks á einar 75 krónur fyri kilo, og tað er framvegis ein framúr góður prísur, sigur søluleiðarin hjá Hiddenfjord.

Í fjør tók alifelagið Hiddenfjord nakað yvir 18.000 tons av laksi tilsamans, og í ár verður tøkan nakað minni, helst eini 15.500 tons.

 

Fyrstu mánaðirnar í ár var tøkan ikki so stór, men tá várið slepti, byrjaði tøkan av álvara, og seinastu tíðina hevur heilt nógv verið at gera á laksavirkinum í Sørvági.

Óli Hansen, søluleiðari hjá Hiddenfjord, sigur, tað verður kryvjing og arbeiði á virkinum hvørja viku tað, ið eftir er av hesum árinum. 

- Vanliga kryvja vit gjøgnum alt árið, men fyrstu mánaðirnir av hesum árinum vóru øðrvísi, tí vit høvdu nakað minni av fiski, sum var tøkuklárur, sigur hann. 

 

Miðalprísirnir fyri feskan laks í ár hava verið so høgir, sum eingin í alivinnuni áður veit um at siga. 

 

Nú eru prísirnir lækkaðir nakað, men teir eru framvegis fantastiska góðir. Søluleiðarin vísir á, at laksaprísirnir toppaðu fyri umleið einum mánaði síðan, tá Hiddenfjord í miðal fekk einar 100 krónur fyri kilo fyri feskan laks.

 

- Tá miðalprísurin er 100 krónur fyri kilo, sum hann var herfyri, fingu vit kanska 110 krónur fyri laks, sum var seks kilo og størri – og einar 90 krónur fyri laks, sum hevði eina minni vekt. Vit eru sera væl nøgdir við tann prís, vit hava fingið fyri fiskin í ár, sigur Óli Hansen.

 

Um hugt verður eftir, hvørjir laksaprísirnir vóru um somu tíð í fjør, sum prísirnir toppaðu í ár, var miðalprísurin tá einar 55 krónur fyri kilo, men síðan lækkaðu prísirnir aftur, sum summarið 2021 leið, til teir fóru upp aftur í einar 55 krónur fyri kilo í november og desember í fjør. 

 

Óli Hansen vísir á, at tað serliga eru fjarmarknaðirnir, sum gjalda høgan prís fyri stóran laks, og her er serliga talan um amerikanska marknaðin. USA er ein sterkur marknaður fyri stóran laks, og her verður nógv goldið fyri fiskin, sum serliga verður brúktur til sushi. 

 

##med2##

 

Men, hví er eftirspurningurin eftir laksi so stórur, at prísirnir kunnu gerast so himmalhøgir?

 

- Tað er tí, at útboðið er minni enn eftirspurningurin, samstundis sum eftirspurningurin eftir laksi sum heild er veksandi, sigur søluleiðarin, sum vísir á, at laksur er lætt atkomiligur hjá brúkarunum, og tað er eingin loyna, at laksur er ein vøra, sum vinnur fram, og at eftirspurningurin er veksandi.

 

Óli Hansen sigur, at Hiddenfjord í løtuni fær ein miðalprís fyri feskan laks á einar 75 krónur fyri kilo, og tað er framvegis ein framúr góður prísur.

 

Hóast vit í ár hava upplivað hesar laksaprísir, er ógjørligt at siga í løtuni, hvør prísgongdin frameftir verður.

 

- Vanliga veksa framleiðsla og útboð eftir summarfrítíðina og í triðja fjórðingsári, og hetta plagar at trýsta marknaðin. Vit kunnu sjálvsagt vænta, at prísirnir lækka, men tað er ógjørligt at siga í løtuni á hvørjum støði, prísirnir fara at stabilisera seg á og verða fram móti jólum, sigur Óli Hansen, søluleiðari hjá Hiddenfjord.

 

Í VikuskiftisSosialinum síðsta fríggjadag var serblað um vinnu, og her verður eitt nú hugt eftir útlitum hjá ymiskum vinnum, eins og her verður hugt at, hvørjar búskaparligu vánirnar eru fyri framman - eisini hjá privatu húsarhaldunum. 

 

 

Óli Hansen er søluleiðari hjá Hiddenfjord.