- Ein lítil hækking. Soleiðis sær tað út, sigur ein útflytari um spottprísir á laksi fyri komandi vikuna.
- Vit smáútflytarar eru dømdir til at tapa. Teir stóru hava nóg mikið av fiski - ja, í veruleikanum hava teir nóg mikið til allan marknaðin.
iLaks ger hvønn fríggjadag sínar metingar um útlitini fyri laksaprísinum í vikuni sum stundar til, og heimasíðan byggir sínar metingar á nógvar ymiskar keldur í laksavinnuni.
Sum skilst, væntar vinnan, at vit í næstu viku fara at síggja laksaprísir, sum fara at hála seg upp ímóti 50 norskum krónum fyri kilo, sum svarar til góðar 36,40 danskar krónur.
Hetta merkir, veit iLaks at siga, at talan verður um eina ávísa øking í prísinum á laksi í mun til vikuna, sum nú gongur móti endanum.
Men, kann laksavinnan so rokna við prísum, sum kanska fara nakað yvir 50 norskar krónur fyri kilo - kanska 52 ella 55 krónur fyri kilo?
- Ja, vit trúgva upp á 52 krónur, men ikki yvir 55 krónur. Men, enn er nakað tíðliga at gera endaligar niðurstøður.
Ein innflytari av laksi, sum iLaks hevur skift orð við, sigur, at stórar nøgdir av laksi fara til Póllands fyri lutfalsliga lágan prís.
- Hetta eru í hvussu er ikki prísir, sum fara upp um 50 norskar krónur fyri kilo, og hin størsti fiskurin fer helst fyri nakað minni, sigur innflytari við iLaks.