Laksakvotur - eitt neyðugt val millum pest og kolera

Tíðindaskriv

Havbúnaðarfelagið hevur heitt á løgmann um at gera enn eina roynd at fáa donsku stjórnina at broyta støðu viðvíkjandi »safeguard« málinum. Tí um ikki ein kvotuloysn verður sett í verk, so hava vit beinanvegin eitt nýtt dumping mál, sigur Havbúnaðarfelagið

ES nevndin kom í august til niðurstøðu í safeguard málinum, og fyribils kvotur vóru settar á innflutning av laksi úr Noreg og Føroyum. Danmark tekur ikki undir við hesari loysn og umhugsar at kæra malið.
Samstundis eru greið boð komin frá skotsku alarunum um, at nýggj dumping ákæra verður reist beinan vegin, um »safeguard« tilgongdin verður steðga.
Føroya Havbúnaðarfelag hevur tí í dag heitt á løgmann um at gera enn eina roynd at fáa donsku stjórnina at skilja føroysku støðuna og okkara áhugamál.
Føroyska vinnan hevur altíð gingið inn fyri fríðum handli, og tað ger Havbúnaðarfelagið eisini. Men í hesum málið kunnu vit bert velja millum pest og kolera.
Lágir laksaprísir hava gjørt at alivinnan sum heild er í kreppu. Alivinnan í Skotlandi og Írlandi er hart kroyst, eins og hjá okkum. Í Noreg heldur framleiðslan hinvegin fram, sjálvt um nógv virkir áttu at verða steðga upp av fíggjarligum ávum. Skotar og írar brúka teir handilspolitisku møguleikar sum eru við at liggja innanfyri ES samveldi. Teir hava áður roynt dumping mál, og vár var so eitt sokallað safeguard mál reist. Avleiðingarnar av safeguard kanningini vóru væntandi, at ein kvotaskipan var sett í verk fyri at avmarka framleiðsluna og gera prísin meira støðugan.
Havbúnaðarfelagið hevur í hesum sambandi góðtikið eina kvotaskipan. Ikki tí at vit ikki ganga inn fyri fríhandli, men tí at vit noyðast at fyrihalda okkum til veruleikan. Ein kvotaskipan kundi merkt eina nýggja byrjan fyri alivinnuna, tí prísirnir vildu fari upp. Um ikki ein kvotaskipan fæst at virka, so reisir alivinnan í Skolandi og Írlandi eitt nýtt dumpingmál. Og hesa ferðina hava teir góð kort, tí støði verður tikið í søluni í 2003. Eitthvørt felag sum seldi laks til ES í 2003 kann tekniskt ákærast fyri dumping, tí prísirnir vóru í botni. Eitt nýtt dumpingmál kann tí enda við at høgur tollur verður lagdur á laks til ES marknaðin í millum 4 og 8 ár. Hetta vildi merkt at eingin laksaaling verður í Føroyum.