Laksaútflutningurin tvífaldaður

Góði laksaprísurin seinastu mánaðirnar hevur merkt, at útflutninigurin í 1999 var væl størri enn vænta. Hetta kemur hinvegin at ávirka forsøgnirnar fyri útflutningin í ár.

Alarar hava seinastu mánaðirnar tikið allan tann fiskin, ið var búgvin at slakta, fyri at njóta gott av góða prísinum. Seinastu tølini vísa, at samlaði útflutningurin í 1999 kom upp á 34.416 tons av laksi og sílum í kruvdari vekt, sum svarar til uml. 41.000 tons í rundari vekt, móti 20.362 tons í 1998.


Meðaprísurin 23,5 kr

Enn eru ikki neyvar útrokningar gjørdar av meðalprísinum, men mett verður at hann hevur ligið um 23, 50 pr. kg. Hetta merkir, at útflutningsvirði í 1999 av alda fiskinum var uml. 950 mió. kr í mun til 430 mió. í 1998.

Fyrr í ár var mett, at útflutningurin í 1999 fór at liggja um 35.000 tons í rundari vekt, og at útflutningurin fór at økjast til 48.000 túsund tons í ár 2000. Stóra og framskundaða tøkan í 1999 merkir, at útflutningurin í ár verður á sama støði.

Slíkar forskjótningar við marknaðarprísinum eru ikki óvanligar. Í 1998 hendi júst tað øvuta. Vegna vánaligan prís seinast á árinum, var slagt útsett til fyrra part av 1999. Útflutningurin í 98 var tí bert 20.362 tons í rundari vekt, meðan hann var 22.205 tons í 1997, skrivar Vinnuhúsið í tíðindaskrivi.