Leygardagin 17. juli verður árliga Laksa- og sølutorgið í Runavík. Møguleiki verður at royna ein góðan bita av laksi hendan dagin. Kokkur er á staðnum og gevur góð ráð til tey vitjandi. Á útimarknaðinum kanst tú millum annað keypa ferskan fisk, frukt og grønt, klæðir og lopputing. Eisini ber til at keypa sær ein kopp av kaffi við
onkrun góðum afturvið.
Fólkatónleikarar og spælimenn, sum luttaka á G! Festivalinum hetta sama vikuskiftið, verða at hoyra á pallinum á torginum. Byrjað verður kl. 12.00 við Kára Sverrisson og Agnar Lamhauge úr Enekk, sum spæla og syngja egnar sangir. Kl. 13.00 verður 15 ára gamla fiólstjørnan Gemma úr Hetlandi at hoyra saman við klaverleikaranum Isobel, sum eisini er úr Hetlandi. Kl. 14.00 spælir Basiru Mjai úr Gambia á afrikanskar trummur. Laksa- og sølutorgið er frá kl. 12.00 til kl. 17.00.