Laksáfoss: Kallsberg hóttir búskapin

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum heldur tað vera nógv fyri at hoyra formannin í fíggjarnevndini og fyrrverandi formann í Fólkaflokkinum finnast at fíggjarlógaruppskotinum, eftir at tað er lagt fram. Magni Laksáfoss sigur, at Anfinn Kallsberg ikki er komin við einum einasta ítøkiligum uppskoti um at spara, sjálvt um hann hevur luttikið á nógvum samráðingarfundum. Ístaðin spælir Kallsberg eitt skuggaspæl, sum gongur út upp á at koma við eini sminkaðari fíggjarlóg fyri síðani at lata alt útaftur í eini eykajáttan. Hetta er bæði óseriøst og beinleiðis vandamikið, sigur Lakasáfoss

Politikkur

 

Samráðingarnar um fíggjarlógaruppskotið vóru sera harðar uppundir semjuna, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Magni Laksáfoss, legði fram fríggjadagin. Idyllurin í samgonguni um semjuna vardi ikki leingi. Í Degi & Viku sama kvøld fanst Anfinn Kallsberg, sum er formaður í fíggjarnevndini og framvegis sterki maðurin í Fólkaflokkinum, sjálvt Jørgen Niclasen nú er formaður, at uppskotinum. Tað sama gjørdi hann í Sosialinum mánadagin.

- Tað er í góðum tíðum, at møguleiki er fyri veruliga at tálma á fíggjarlógini. Og tað høvdu vit ein søguligan møguleika til, men vit nýttu hann ikki. Talan er um ein vøkstur upp á fíggjarlógini frá 2007 til 2008 upp á 250 milliónir krónur, og hetta er minst 100 milliónir ov nógv, segði Anfinn Kalsberg við Sosialin mánadagin.

Viðmerkingarnar hjá fíggjarnevndarformanninum og fyrrverandi formaninum í Fólkaflokkinum hava fingið øði í landsstýrismannin í fíggjarmálum, Magna Laksáfoss.

Hann kallar Anfinn Kallsberg fyri bæði óseriøsan og vandamiklan fyri tað politiska arbeiðið, sum fer fram.

- Eg kenni lótirnar hjá Anfinni Kallsberg og Fólkaflokkinum, sum spæla eitt skuggaspæl, ið gongur út uppá at koma við eini sminkaðari fíggjarlóg fyri síðani at lata sokallaðu sparingarnar útaftur í eini eykafíggjarlóg. Hetta er hent fleiri ferðir og er bæði órseriøst og vandamikið, sigur Magni Lakasáfoss.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vísir á, at tað fullkomiliga ómøguligt at spara tað stóra í almenna rakstrinum, sum Anfinn Kallsberg eftirlýsir. Tíansheldur tær 100 milliónirnar, sum fíggjarnevndarformaðurin nevnir.

- Hetta gerst ikki, uttan vit steingja almennar stovnar ella siga eina rúgvu av fólki upp. Er tað hetta, sum Anfinn Kallsberg ætlar sær? At stongja sjúkrahús, skúlar ella niðurleggja almennanar stovnar? Eg ivist, sigur Magni Laksáfoss.

Hann vísir á, at einasta gongda leið, um búskapurin skal tálmast í nevniverdugan mun, er at skerja íløgur, økja um inntøkurmar ella gera bæði, og tað er júst hetta, ið verður gjørt, sigur landsstýrismaðurin.

Hann avvísir sostatt blankt, at talan ikki skal vera um eitt tálmandi fíggjarlógaruppskot, sum aðrir tingmenn hava verið inni á. Til dømis Høgni Hoydal, ið kallar komandi fíggjarlóg fyri størsta útreiðsluvøkstur í søguni.

- Tað passar ikki. Talan er um ein tálming, tí metingin sigur, at búskaparvøksturin fer úr umleið sjey prosentum niður í umleið fimm prosent, sigur Magni Laksáfoss.

 

 

Eitt sminkað líkið

 

Samrøðan við landsstýrismannin í fíggjarmálum byggir á ein kronikk í Sosialinum í dag, har Magni Laksáfoss kallar reaktiónirnar frá gomlu politikarunum fyri spinn og politiskan glantrileik.

- Hóast gomlu politikararnir royna at mála øvugtu myndina, so er tað ein sannroynd, at fíggjarlógaruppskotið fyri 2008 sum heild er tálmandi í mun til ovurhitaða búskapin og í mun til metingarnar um vøksturin komandi ár. Størsti vandin, nú fíggjarlógararbeiðið er liðugt, er viðgerðin í fíggjarnevndini. Áður hevur fíggjarnevndarformaðurin (Anfinn Kallsberg, blm.) verið kreativur og lækkað lógarbundnar útreiðslur. Vælvitandi um, at somu útreiðslur koma aftur sum eykajáttanir, skrivar Magni Laksáfoss.

Víðari skrivar landsstýrismaðurin um politiska arbeiðsháttin hjá Anfinni Kallsberg:

»Tað, sum serliga boðar frá ringum, er, at formaðurin í fíggjarnevndini ætlar at fara ígjøgnum fíggjarlógaruppskotið ”kontu fyri kontu”, sum hann málber seg. Lat okkum vóna, at tað ikki fer at hepnast honum at fremja sonevndar ”sparingar”, ið seinni koma inn aftur í almenna kassan sum eykajáttanir. Tað hevur hann gjørt áður, og tað gevur eina reingjandi mynd av fíggjarlógini. Eg fari tó at gita, at Anfinn Kallsberg fer at gera tað, sum á vanligum máli nevnist at ”sminka” fíggjarlógina. Tað er at lækka lógarbundar útreiðslur væl vitandi um, at somu útreiðslur koma aftur sum eykajáttanir. Eitt dømi frá í fjør er, at fíggjarnevndarformaðurin minkaða kontuna “vanlig forsorg” við fimm mió. kr. uttan at gera nakra lógarbroyting, sum kundi greiða frá niðurskurðinum. Seinni vaks kontan aftur við eini eykajáttan oman fyri fimm mió. kr. Á leið sama mannagongd varð brúkt til konturnar “stuðul til fyriskipanir til heimleys”, “barnavernd” og “barnaískoyti”. Bara omanfyri nevndu dømir merktu eina “sparing” á uml. 13 mió. kr. á fíggjarlógini. Tá henda kreativa mannagongd verður fylgd, er lætt at “sminka” eina fíggjarlóg til eitt penari úrslit. Og tá er eisini lætt at standa sum tann raski, ið dugur at spara. Hetta verður spennandi at síggja, tá fíggjarlógaruppskotið kemur aftur úr nevndini hjá Anfinn«, skrivar Magni Laksáfoss í kronikkinum í blaðnum í dag, sum kann lesast í fullari longd á síðu 17.