Lakers aftur á toppinum

Los Angeles Lakers vann í gjár fyri 15. amerikanska meistaraheitið í kurvabólti. Í avgerandi dystinum vann Lakers 99-86 móti Orlando Magic. Hetta var fyrstu ferð í sjey ár, at felagið vann meistaraheitið, og samstundis fyrstu ferð, síðani Zhaquille O’Neill gavst. Stóri spælarin í finaluni var Kobe Bryant, sum skoraði 30 stig.