Hetta stóð at lesa í blaðgrein í Dimmalætting herfyri í sambandi við, at friðingarmyndugleikarnir høvdu givið Tórshavnar Kommunu sítt loyvi til at fylla alla Álakersvík út.
Síðani hesa blaðgrein hevur dúgliga verið tosað og gitt um hvørja lagnu Álakersvík fær, og tað er ikki so løgið. Hetta neysta- og smábátaøki, mitt í Havnini, man tala til innaru kenslur hjá mongum, eins og Vágsbotnur og Kongabrúgvin hjá øðrum.
Men enn liggur víkin har, og enn er eingin politisk avgerð tikin um at fylla hana út.
Verandi politiska samtyktin røkkur ikki longur enn til eina minni útfylling eystanfyri í sambandi við eina vinnuliga bygging, og harafturat hevur talan verið um eina vegagerð út eftir eystaru síðu av víkini at lætta um atkomuna til vinnuøkið á Viðarnesi.
Men so eigur eisini at vera nóg mikið. Álakersvík eigur tá at fáa frið, so tað virksemi við smábátum, neystum og tí sum har til hoyrir, verður varðveitt.
Eg eri vælvitandi um tann tørv sum er, og altíð fer at vera, eftir økjum til vinnulig endamál við sjóvarmálan. Men í fyrst lagi fæst bert avmarkaður landvinningur við uppfylling av Álakersvík í mun til tað vit missa á annan hátt, og harnæst skulu vit heldur ikki undirmeta týdningin av góðum umhvørvi og trivnaði.










