Árið í fjør royndist ikki so væl hjá svensku bilverksmiðjunum Volvo og Saab, sum leiðslurnar høvdu ætlað. Volvo seldi 443.947 persónbilar, og tað var 12.000 færri enn árið fyri. Saab seldi 128.000 bilar, og tað var á leið tað sama sum í 2004.
Hjá Volvo var tað serliga tann amerikanski marknaðurin, sum sveik. Í fjør keyptu amerikanararnir 123.575 Volvo-bilar, og tað var umleið 11 prosent færri enn árið fyri. Christer Gustafsson, kunningarstjóri, sigur, at kappingin á amerikanska marknaðinum hevur verið ógvuliga hørð. Tað hevur gjørt, at fleiri verksmiðjur hava lækkað prísirnar, men tað vil Volvo ikki gera, og tí minkaði sølan.
Harafturímóti vaks sølan á svenska heimamarknaðinum og í Týsklandi, Bretlandi, Italia, Spania og Russlandi. Størsti vøksturin var tó í Kina, og í fjør keyptu kinesarar tvær ferðir so nógvar Volvo-bilar sum í 2004.









