Hósdagin 7. oktober letur upp listaframsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði, har listakvinnan Laila Nikolajsen sýnir fram.
Fernisering verður hósdagin 7.oktober kl. 17.00-19.00, har Laila hugleiðir um sína list. Kaffi og køkur verður bjóðað og eisini møguleiki at hitta listakvinnuna.
Talan er um eina søluframsýning við ímyndandi nútíðar list.
Listaframsýningin kann síggjast í Ribarhús frá 7.oktober til 3.november 2021.
Opið er mánadag til fríggjadag kl.15.00 – 17.30
Leygardag kl.11.00-14.00