Laila av Reyni til Kenya í tríggjar mánaðir

Laila av Reyni skal í tríggjar mánaðir undirvísa á einum seymiskúla fyri ungar kvinnur í Kenya.

- So er øll familjan vaccinera og klár at fara til Kenya og verða har í næstan 100 dagar.

Soljóðandi vóru boðini á vangamyndini hjá Lailu av Reyni í gjár.

 

Og hon váttar sjálv tíðindini fyri in.fo.

- Tað er felagsskapurin NLAI, sum eg fari at arbeiða fyri, sigur Laila av Reyni.

 

NLAI er ein hjálparfelagskapur fyri børn og ung við stórum tørvi, og virkar í Nakuru í Kenya.

NLAI hava ein ókeypis fólkaskúla, vaksinundirvísing, barnagarð, barnaheim, kreppuhús fyri kvinnur, veitir útbúgvingarstuðul og hava so seymiskúlan, sum Laila av Reyni fer at hjálpa á.

 

Les eisini Samlaðu 52.000 krónur til nýtt dreingjaheim í Kenya 

 

- Vit fara fyri at prøva nakað heilt øðvísi, spennandi og meiningsfult. Hetta er nakað vit hava tosa um í áravís, og nú hava vit avgjørt at fara, sigur hon við in.fo.

 

NLAI hjálpir kvinnum at framleiða ymiskt, og soleiðis skapa sær eina inntøku, og seymiskúlin er ein liður í hesum arbeiðinum, saman við einum handli, har fólk kunnu leiga brúðarkjólar.

- Tað var Hans á Bakka sum fortaldi manni mín Leif av Reyni um henda seymiskúlan, fyri nøkrum árum síðani. Vit hava síðani tá stuðlað nøkrum børnum á hesum skúlanum. Eg havi allatíð havt hug at fara niður og síggja, hvat tey arbeiða við.

 

- Skúlin er í Nakuru. Tey hava ein handil í býnum og fara ígongd við at seyma festkjólar og brúðarkjólar, nú tá eg komi.

 

- Eg vendi mær til Susanne og Leif Madsen og spurdi, um eg kundi við mínum inniliti í seyming verða við til at undirvísa og hjálpa á skúlanum. Tey bóðu mær vælkomnari, og nú hava vit avgjørt at fara - øll familjan. Men eg eri vís í, at tey eisini hava nógv at læra meg.

 

Meiri kann lesast um arbeiði her