Lagnuvalið

Tað er lítið at ivast í at hetta fólkatingsvalið, verður eitt sera týðandi val fyri okkum føroyingar.

 

Vit hava tey seinastu árini uppliva, at viðurskiftini ímillum føroyskar og danskar politikar, hava ikki verið av teimum bestu. Tí vil eg koma við eini innarligari áheitan á allar føroyingar, ið vilja varðveita ríkisfelaskapin, um at fara á val hin 20. november og velja eitt sambandsumboð á fólkating, (og ikki "danating", sum summi siga, tí Føroyar og Grønland eru jú eisini umboðai á fólktingi).

Eitt sambandsumboð, hugsar um allar partar av ríkinum og ikki einans um okkum sjálvi. Vit ynskja at endurskapa tað góða stevið, sum einaferð var ímillum okkum Føroyingar og danir.