Svenski forsætisráðharrin, Stefan Löfven, hevur kallað til tíðindafund nú klokkan 9.15. Freistin hjá sosialdemokratiska forsætisráðharranum at tryggja sær meiriluta fyri stjórnini gongur út í dag, so annaðhvørt skipar hann nýggja stjórn ella skrivar hann út val.
Tað er ikki greitt nú undan fundinum, hvat hann fer at gera.
Fyri eini viku síðani tapti Stefan Löfven eina misálitisatkvøðugreiðslu í Ríkisdegnum, tá vinstraflokkurin Vänsterpartiet atkvøddi ímóti stjórnini.
Stjórnin hjá Stefan Löfven, sum er millum Javnaðarflokkin og Umhvørvisflokkin, hevur stuðul frá Vänsterpartiet eins og Centerpartiet og Liberalerna.
Vänsterpartiet atkvøddi bið andstøðuni, tí flokkurin var ónøgdur við eina stjórnaravtalu um at seta húsaleiguna fyri leigarar fría.
Miðflokkurin, sum hevur tosað fyri hesum, hevur síðina boygt seg og viðgingið, at avtalan frá januar skal samráðast av nýggjum.
Liberalarna hava hinvegin longu sagt, at flokkurin ynskir ein annan forsætisráðharra. Tað er tó tepur meiriluti fyri Stefan Löfven, um hann kann varðveita Miðflokkin, Vinstraflokkin og ein leysgangara, sum er farin úr Vinstraflokkinum.
Um Stefan Löfven heldur, at hann hevur stuðul í Ríkisdegnum, verður tað soleiðis sambært svensku tíðindastovuniTT, at hann tekniskt verður sagdur úr starvi av formanninum í Ríkisdegnum, men uttan at val verður útskrivað.
Síðani fær Stefan Löfven møguleikin at samráðast við flokkarnar um ein meiriluta fyri einum nýggjum stjórnargrundarlag. Megnar hann at fáa meiriluta, kann hann av nýggjum skipa stjórn og halda fram sum forsætisráðharri.
/ritzau/