Lagnuløta verður á Dungasandi

Í 07 Vestur hava teir eftir søta sigurin á Skála vón um, at tað skal eydnast at sleppa undan niðurflyting

Vit eru greiðir yvir, at talan er um lyklauppgerð og so nevndan seks stiga dyst.

Tað staðfestir 07 Vestur venjarin Trygvi Mortensen undan avbjóðingini á heimavølli ímóti EB/Streymi.

-Vit eru undir strikuni, og vit eru noyddir at stríðast og spæla fyri at vinna okkum longri upp á talvuna. Burtursæð frá í fyrsta dystinum eftir summarfrítíðina, tá ið vit taptu stórt ímóti NSÍ, hava spælararnir víst góðan hugburð, og vit kenna okkum vera fyrireikaðar og fokuseraðar at taka ímóti EB/Streymi seinnapartin. 1-0 sigurin á Skála kendist søtur. Ikki minst tí vit megnaðu at halda tørn um leiðsluna, hóast vit í 35 minuttir vóru undirmannaðir, sigur 07 Vestur venjarin Trygvi Mortensen.

Gunleif Magnusarson er framvegis skaddur, og Sølvu Egilsson er leikbannaður eftir reyða kortið á Skála.

 

EB/Streymur er leyst av spurninginum um niðurflyting. Tað eru sjey stig aftur til 07 Vestur, og síðani summarfrítíðina hevur úrtøkan verið framúr – sigrar á HB og KÍ og javnleikur á Skála. Um tað eydnast at vinna úrtøku í Sørvági í dag, so verður lok lagt á alt tos um, at tað kann vera, at steðgurin í bestu deildini bara verður eitt ár.

-Fótbóltur snýr seg nógv um sjálvsálit. Í løtuni gongur tað rætta vegin hjá okkum, og nú ræður um at ríða á aldukambinum, sigur Arnbjørn Hansen hjá EB/Streymi. Hann er skiftur inn á liðið tríggjar tær seinastu ferðirnar, og hann hevur átt avgerandi leiklut í øllum trimum dystunum, tí hann hevur skorað fýra mál, sigur Arnbjørn Hansen.

EB/Streyma venjarin Heðin Askham hevur allar sínar menn tøkar.

 

07 Vestur-EB/Streymur: Jóhann Ingi Jónsson úr Íslandi klokkan 17.00.