Ein dystur verður leiktur í Premier League í kvøld. Talan er um ein seinkaðan dyst millum West Ham og Manchester United, sum verður leiktur á Boleyn Ground í London í kvøld.
Seinasti dystur á Boleyn Ground
Tað serliga við dystinum er, at talan er um seinasta heimadystin hjá West Ham nakrantíð á Boleyn Ground, sum eisini fyrr hevur verið kallað Upton Park. Har hevur West Ham spælt sínar heimadystir heilt síðani 1904.
West Ham flytir eftir summarfrítina á Olympiska leikvøllin í London, sum verður nýggi heimavøllurin.
Dysturin hevur stóran týdning fyri bæði feløgini
Fyri gestirnar úr Manchester United hevur dysturin í kvøld ófatuliga stóran týdning. Tað hevur nógv at siga fyri felagið at kunna luttaka í Champions League, sum við einum sigri í kvøld kann fara framvið Manchester City á fjórða plássinum í Premier League.
Talan verður tó ikki um nakran lættan dyst fyri Manchester United, tí West Ham hevur eisini nógv at spæla fyri. Vinnur West Ham dystin í kvøld, fer felagið framvið Southampton á sætta plássinum, soleiðis at liðið kemur at liggja á seinasta plássinum, sum gevur Europa League luttøku við sær komandi ár. Og við einum nýggjum leikvølli og Europa League luttøku sum lokkar, er bjartskygni í West Ham stórt í hesum døgum.
Sjálvur dysturin millum West Ham og Manchester United verður bríkslaður í gongd klokkan 19:45 í kvøld, og sæst á Tv3+ á Televarpinum.