Neyvan áður hava so nógv fólk vitja á Skarði á Kunoynni, sum hendandagin í vikuni, tá minnisvarðin varð avdúkaður. Tað er Hans Pauli Olsen, ið hevur gjørt minnisvarðan, sum er reistu til minnis um teir, sum sjólótust á útróðri tollaksmessudag í 1913. Eini 400 - 500 fólk vóru komin til Skarðs til hátíðarhaldið.
Allir tilkomnu menninir í bygdi vóru við bátinum hendan lagnudagin. Bert ein maður um 70 ára aldur og tveir dreingir um konfirmatiónsaldur vóru eftir. Stutt eftir flutti fólkið av bygdini.
Hoyrið røðuna, sum Jóan Pauli Joensen, professari og fólkalívsfrøðingur, helt á Skarði mikudagin við at trýsta á pílin undir myndini
Síggið fleiri myndir í myndatema VIÐ AT TRÝSTA HER