Tað hevur leikað hart á Jenis av Rana, síðani hann í Kringvarpinum týsmorgunin boðaði frá, at hann ikki hevði stuðlað Søren Pape Poulsen sum forsætisráðharra í Danmark, kom hann í Fólkatingið, tí at talan er um ein samkyndan persón.
Hetta skapti alt fyri eitt vreiði í Føroyum og í Danmark, har harðliga verður funnist at landsstýrismanninum.
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, hevur boðað frá, at tey fara at leggja fram misálitisuppskot á Jens av Rana á næsta tingfundi. Javnaðarflokkurin og Framsókn taka undir við hesum misálitisuppskoti, og tað sama ger Johan Dahl úr Sambandsflokkinum.
Misálitisuppskotið verður eisini reist, tí at landsstýrismaðurin hevur gjørt rammusáttmála við Ísland og lagt fram arktisku strategi Føroya í Íslandi uttan at hava ráðført seg við uttanlandsnevndina áðrenn.
Tað eydnaðist ikki hjá in.fo í dag at fáa orðið á Kristin Michelsen, sum er soleiðis verður tann, sum skal gera av, um Jenis av Rana kann halda fram sum landsstýrismaður.
Um Kristin Michelsen atkvøður við andstøðuni og Johan Dahl, so verður Jenis av Rana koyrdur frá sum landsstýrismaður.
Atkvøður Kristin Michelsen ímoti – og øll í samgonguni uttan Johan Dahl standa saman um landsstýrismannin, so kann fær Jenis av Rana eina álitisváttan frá Løgtinginum.
Letur Kristin Michelsen vera við at atkvøða – ella um hann kanska ikki møtir á tingfundi, so fær Jenis av Rana eisini eina álitisváttan frá Løgtinginum, um øll í samgonguni – uttan Johan Dahl – atkvøða ímóti misálitisuppskotinum.
Tað rillar tí undir Jenisi av Rana, og tað ríður um snarið, at hann verður feldur sum landsstýrismaður.