hondbóltsprát
Tað varð undan dystinum mikukvøldið roknað við, at nú Janus Einar Sørensen aftur var tøkur hjá Kyndli, fór hetta at betra um møguleikarnar í endaspurtinum, men hóast hetta, so fekst einki stig aftur til Havnar mikukvøldið.
Eftir dystin fingu vit orðið á Janus Einar, og hann var skjótur at staðfesta, at soleiðis sum Kyndil spælir í løtuni, so er langur vegur til nakað gullmerki.
- Eg veit ikki hví, men humørið hjá okkum er snøgt sagt ikki nóg gott í løtuni. Vit hava í alt ár víst ? og tað gera vit eisini í løtum í dag ? at vit væl kunnu spæla góðan hondbólt. Vit burdu eisini verið uppsettir til dystin í dag, men onkursvegna tóktist tað, sum um vit ikki stríðast nóg væl. Tú skalt ikki spyrja hví, men eg veit bara, at tað er nakað, sum vit hava ráð til, nú bara fýra dystir eru eftir.
Og spurdur, hvussu Kyndil kann lyfta seg upp aftur til seinastu avgerandi dystirnar, eru boðini frá strikuspælaranum greið.
- Vit mugu bara koyra á. Geva okkum fult undir bæði venjing og dysti. Megna vit tað, so hava vit avgjørt møguleikan, sigur altso Janus Einar Sørensen at enda.