Lagið er gott á Femøren

Tað eru væl fleiri fólk til MíttLand í kvøld í mun til í gjárkvøldið

Áhoyrarafjøldin til MíttLand er væl størri í kvøld, enn hon var í gjárkvøldi. Beint nú hevur Alex Bærendsen spælt á lítla pallinum, og nú er túrurin so komin til, at tungmálmsbólkurin Hamradun skal spæla.


Nógv fólk er savnað framman fyri pallinum, og lagið er gott, og alsamt fleiri fólk savnast á Femøren.