Lagið er gott á Argjum

Í TB halda teir tað vera huga­ligari at hyggja uppeftir enn ímóti botninum, har AB stríðist fyri at sleppa av aft­asta plássinum

AB er niðast á støðu­talv­uni, og har hava argja­menn verið tað mesta av kapp­ingar­árinum. Eftir sigurin á Víkingi og javnleikin í Klaksvík er tað ikki so langt fram til næstaftasta plássið. Sum støðan er í løtuni, so kann tað fara at vísa seg, at 9. plássið verður nóg mikið at sleppa undan niðurflyting. Hvussu tað verður eftir 27 umfør valdast um, hvussu tað fer at tørna út í næstbestu deildini.
Tað eru tíggju stig millum AB og TB. Tvøramenn fegnast um gongdina higartil:
– Vit fegnast um, at vit eru leysir av botninum, og at tað er stutt fram til heiðurs­merkjaplássini. Um tað hevði eydnast okkum at vunnið tveir dystir á rað, so hevði tað flutt okkum langt, staðfestir Óli Johannesen.
Hjá AB er liðformaðurin Jónas Stenberg leikbannaður eftir reyða kortið í Klaksvík. Hjá TB eru onkrir spælarar ivasamir. Ímóti B36 var Poul Ingason á beinkinum fyrsta tíman. Hann verður við frá fyrsta bríksli á Argjum.