Laga upplatingartíðirnar til barnafamiljurnar

Bókasavnið í Vestmanna gongur nýggjar leiðir

Bókasavnið í Vestmanna gongur nýggjar leiðir, og hevur nú broytt sínar upplatingartíðir, fyri at geva smábarnafamiljunum ein størri og betri møguleika at vitja bókasavnið. Hetta skrivar vestmanna.fo.

 

Bókasavnið í Vestmanna fer nú at verða opið millum klokkan 16 og 18, sum eru høggligari tíðir hjá smábarnafamiljunum. Bókasavnið kemur at verða opið mánadag og hósdag millum klokkan 16 og 18. Vestmanna kommuna vónar, at hetta fer at geva eitt størri tal av vitjanum á bókasavninum í Vestmanna.