Í annaðkvøld skal føroyska landsliðið spæla móti Danmark í HM-undankappingini til endaspælið í Katar í 2022. Hetta er helst størsti landsdysturin, sum føroyska landsliðið hevur spælt síðani Portugal og Cristiano Ronaldo vóru her í 2016.
Tað sæst eisini aftur á uppmøtingini av fjølmiðlafólkum. Fleiri kend donsk tíðindafólk sum Flemming Toft og Camilla Martin frá TV2, og ítróttarredaktørurin hjá DR, Andreas Kraul. Tað gekk tó skjótt fyri seg á tíðindafundinum, har tað bara komu tríggir spurningar.
Tíðindafundirnar eru fyri tað mesta bara eitt punkt á tjekk-listanum hjá UEFA, tí øll sleppa framat føroysku spælarunum undan venjingini. Tó komu onkur spurningur og Hallur Hansson megnaði at fáa fjølmiðlafólkini at flenna, tá hann bleiv spurdur hvat er eitt gott úrslit.
– Tú skal verða eitt sindur góðtrúgvin fyri at spæla á føroyska landsliðnum, tí vit eru sjáldan favorittar, men í hesum førinum høvdu vit nokk tikið til takkar við einum javnleiki, segði Hallur Hansson við einum brosi.
Til venjingina var eisini boð eftir fleiri av okkara spælum. DR, TV2, UEFA og nakrir av skrivandi miðlunum vildu sleppa framat millum vanligu føroysku fjølmiðlafólkini. Landsliðið hevði eisini sett meiri tíð av enn vanligt, og tað kom øllum til góðar.
Tað er ongin ivi um, at tapið móti Ísrael hevur sett seg í høvdið á spælarunum, men í dag tóktust teir hava rist minni góða avrikið av sær. Tað var ein lættur tóni fyri tað mesta, men eisini ein álvarslig áminning um at Danmark er ein stór og sterk fótbóltstjóð.
Flestu av spælarunum høvdu á orðið, at avrikið í annaðkvøld skal verða á einum hægri stigi. Meðan avrikið móti Ísrael er farið eitt sindur stillisliga framvið, so verður øll tann danska pressan til staðar leygarkvøldið. So tá sleppa vit ikki undan speirekingini, um tað gongur okkum illa.
FM1 hevur upptakt, beinleiðis frásøgn og 3. Hálvleik leygardagin.
##ms##












