Lættari hjá fólki við serligum tørvi at fáa íbúð

Almannaverkið fær nú rætt til fimmtu hvørja íbúð, Bústaðir byggir

Nú verður lættari hjá fólki við serligum tørvi at fáa sína egnu íbuð.

Tað er greitt, nú Almannaverkið og Bústaðir hava gjørt avtalu um, at Almannaverkið fær fyrsta rætt til fimmtu hvørja íbúð, Bústaðir byggja.

 

Nettupp bústaðarviðurskiftini hava í nógv ár verið ein størsti trupulleikin hjá fólki við serligum tørvi og tískil hevur tað staðið ovast á ynskilistanum hjá fólki við serligum tørvi, at bøtt verður um bústaðarviðurskiftini, so at eisini tey kunnu fáa egið tak yvir høvdið.

 

Og nú eru so Almannaverkið Bústaðir og Almannamálaráðið gingin saman um eitt samstarv um at bøta um bústaðarviðurskiftini hjá fólki við serligum tørvi.

Almannaverkið sigur, at tað samstarvið ber í sær, at framyvir kann Almannaverkið tilluta umleið fimmtu hvørja íbúð hjá Bústaðir, til fólk sum hava ein serligan tørv.

 

- Almannaverkið umsitur ein lista yvir borgarar, sum hava serligan tørv og vilja hava eina íbúð frá Bústøðum.

 

Talan er um ein bíðilista, har bústaðurin verður latin eftir nøkrum nærri ásettum treytum borgaran, sum hevur størsta serliga bústaðarsosiala tørvin, og sum bústaðurin annars hóskar til.

Tá ið støða skal takast til, hvør skal fáa eina íbúð, verður avgerðin tikin eftir eini heildarmeting, har ein nevnd í Almannaverkinum metir um umsóknirnar. 

Nøkur viðurskiftið, sum hugt verður eftir, eru

- Hevur serligi tørvurin hjá umsøkjaranum ávirkan á bústaðartørvin og hvar í landinum vil umsøkjarin búgva.

Mett verður eisini, hvussu stór og dýr íbúðin er afturímóti tørvinum hjá umsøkjaranum.

Og mett verður eisini um bústaðurin og grannalagið hóska til støðuna hjá umsøkjaranum, tí miðast skal eftir at tryggja gott grannalag, sigur Almannaverkið.