Lættari hjá før­oysk­um bryggja­rí­um at kapp­ast við út­lendsk­ar øl­risar

Nú verður lættari hjá føroyskum bryggjaríum at kappast við útlendskar ølrisar

Løgmálaráðið skrivar, at uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi er sent til ummælis í tilknýti til uppskot um løgtingslóg um broyting í rúsdrekkalógini.

 

– Hetta fyri at leggja avlopskravið hjá Rúsdrekkasøluni um til eitt avgjald, nú loyvt verður skeinkiloyvishavarum at innflyta rúsdrekka, skrivar Løgmálaráðið.

 

– Skotið verður upp, at avgjaldið á øl verður stillað, so at tey smærru bryggjaríini gjalda eitt lægri avgjald enn tey stóru. Talan er um eina skipan, sum er kend úr ES-londunum, har smærru bryggjaríini hava møguleika at fáa avgjaldslætta upp til 50 prosent, um talan er um bryggjaríir við lítlari framleiðslu, skrivar ráðið.