Nú skal tað verða lættari hjá føroyingum, sum lesa uttanlands, at sleppa at atkvøða á løgtingsvali.
Tað staðfestir Annika Olsen, landsstýriskvinna.
Gunvør Balle, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hana, um nøkur ætlan er um at broyta tvørligu mannagongdina, føroyingar, sum lesa uttanlands, noyðast ígjøgnum, fyri at sleppa á val.
Og tað ætlar Annika Olsen. Hon sigur, at ætlanin er at broyta kunngerðina um løgtingsval, men áðrenn tað kann gerast, má løgtingið samtykkja at broyta lógina um val til Løgtingið.
Annika Olsen sigur, at verða broytingarnar samtyktar, verður lættari hjá føroyingum, sum lesa uttanlands, at skráseta seg á vallista til løgtingsval.
- Ætlanin er at gera tað soleiðis, at føroyingar, sum lesa uttanlands, kunnu søkja um at verða settur á vallista, talgilt.
- Mannagongdin fyri at velja, verður ikki broytt tí verður framvegis neyðugt at meta við at møta á valstaðnum ella við brævatkvøðu.
Annika Olsen sigur, at ætlanin er, at kunna Meginfelag Føroyskra Studenta, kommunur, og lesandi, um broytingina og at gera eina vegleiðing, sum verður tøk á heimasíðuni hjá Almannamálaráðnum. Kanska verður eisini skipað fyri einum kunningarátaki.
- Samtykkir Løgtingið ætlanina, verður tað lættari hjá føroyingum í útbúgvingarørindum uttanlands at verða sett á vallista, sigur Annika Olsen.
Men hon ásannar, at skotbráið er ov stutt at gera føroysku stendistovurnar til valstað á hesum løgtingsvalinum, sum verður í heyst. Hon ásannar eisini, at spurninguin um at atkvøða talgild, er meira víðfevndur og krevur eitt størri útgreiningararbeiðið, so tað verður neyvan klárt til næsta løgtingsval.
Trýst HER og les, hvussu tvørligt tað er hjá føroyskum lesandi uttanlands at sleppa at velja á løgtingsvali í Føroyum