Samstarv millum landsstýriskvinnurnar, Rigmor Dam og Sirið Stenberg, slóðar fyri, at Fróðskaparsetrið kann taka fleiri inn at lesa sjúkrarøktarfrøði.
Tað siga Mentamálaráðið og Heilsu- og innlendismálaráðið í felags tíðindaskrivi seinnapartin í dag.
Lagt verður aftrat, at samstarvið hevur við sær, at møguleiki nú verður at taka 16 nýggj lesandi inn á sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingina.
- Stórur tørvur er á sjúkrarøktarfrøðingum í Føroyum. Fróðskaparsetrið sigur á hvørjum ári frá sær fleiri væl skikkaðar umsøkjarar, tí møguleiki ikki hevur verið fyri at tikið fleiri lesandi til starvsvenjingarpartin.
Rigmor Dam og Sirið Stenberg, landsstýriskvinnur, vísa í viðmerking á, at flest allir umsøkjarar eru kvinnur, sum síðani eru farnar av landinum at útbúgva seg, tá pláss ikki var á Fróðskaparsetrinum.
- Vandi er fyri, at hesar kvinnur ikki koma heim aftur til Føroyar. Ætlanin við hesum er tí eisini at bøta um lestrarmøguleikarnar í Føroyum, so tað gerst lættari at velja Føroyar, leggja tær báðar aftrat.
Mentamálaráðið hevur gjørt avtalu við Heilsu- og innlendismálaráðið um at fáa sett ein kliniskan samskipara, sum fær ábyrgd av verkliga partinum av útbúgvingini.