Lærlingurin basti sínum meistara

Tá tað kemur til føroyameistarakappingar í borðtennis hjá monnum, er eingin yvir ella við síðuna av Peturi Niclasen, sum vann sítt fyrsta føroyameistaraheiti í einstaklingakappingini og síðani tilsamans 16 ferðir hevur verið meistari.

Tí var tað nokk so merkisvert, at nú borðtennisárið 2013-14 byrjaði við kapping í skúlanum við Løgmannabreyt fyri góðari viku síðani, legði Petur út við at tapa sín fyrsta dyst, sum var ímóti Eyðuni Ellendersen. Dysturin endaði 3-1 til Eyðun.

Við øðrum orðum var hetta sum tá lærlingurin vinnur á lærumeistaranum, og spennandi verður at síggja, hvørjar skreytir, Eyðun fer at gera. Í øllum førum vunnu bæði hann og Petur restina av sínum dystum hetta fyrsta kappingarumfarið.

Nú Hallur Thorsteinsson og Fróði Jensen eru fluttir av landinum, verður Petur Niclasen vanliga mettur sum stórfavorittur til kappingarnar, sum eru í Føroyum, men hann hevur nú longu í fyrstu kappingini í a-bólkinum fingið eina góða ávaring frá Eyðuni Ellendersen.

Í hesi fyrstu kappingini hjá teimum bestu fekk Eyðun Ellendersen 10 stig (15-2), Petur Niclasen 8 (13-3), Knútur Jóannesarson 4 (9-11), Hanus Sørensen 4 (8-13), Sveinur Mortensen Nolsøe 2 (6-11) og Durita Jensen 2 (5-13).