Lærarar sum skulka 20. mars missa løn

Um lærarar ikki møta til arbeiðis 20. mars, tá sólarmyrkingin er, verða teir trektir í løn ella skulu taka dagin aftur.

Um lærarar ikki møta til arbeiðis 20. mars, tá sólarmyrkingin er, verða teir trektir í løn ella skulu taka dagin aftur.

 

Tað eru boðini frá Mentamálaráðnum til lærarar í føroyska fólkaskúlanum. Orsøkin til skrivið er, at at Mentamálaráðið hevur fingið fleiri fyrispurningar, um dagurin tá sólarmyrkingin sæst í Føroyum, er frídagur hjá skúlunum.

 

– Í hesum sambandi skal verða sagt frá, at dagurin er ikki frídagur hjá skúlunum. Mentamálaráðið hevur gjørt av, at 20. mars verður ikki lýstur sum frídagur í føroysku skúlunum, sigur Olaus Jespersen, deildarstjóri í Mentamálaráðnum.

 

Hann sigur víðari í skrivinum, at Mentamálaráðið er av teirri áskoðan, at lærararnir skulu taka sær av næmingunum henda dagin eins og aðrar vanligar skúladagar.

 

– Skúlarnir eiga at undirvísa næmingunum í fyribrigdinum Sólarmyrking, bæði undan og meðan sólarmyrkingin er. Hetta er eitt gylt høvi hjá øllum skúlum at taka eitt náttúrufyribrigdi til viðgerðar í undirvísingini og samstundis kunna vísa næmingunum tað, sum í veruleikanum hendir, skrivar deildarstjórin.

 

Men hóast lærararnir ikki fáa frí, so kunnu foreldur, sum vilja, at teirra barn skal takast úr skúlanum henda dag, antin allan dagin ella lutvíst, spyrja skúlan, um tey kunnu taka børnini úr skúlanum hendan dagin. Men so skal skúlin loyva hesum.

 

– Lærarar, sum eru burtur frá skúla henda dag, skulu taka dagin aftur ella dragast í løn, skrivar deildarstjórinum í brævinum til skúlarnar.