Lærarafelagið hevur fingið nýggja nevnd

Tórhallur við Gil er afturvaldur, og Eyðbjartur Skaalum er nývaldur

Formansval og nevndarval var á skránni á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag í gjár.

 

Undan aðalfundinum var greitt, at formaðurin seinastu trý árini, Jacob Eli S. Olsen, heldur fram, tí einki mótvalevni er. Hinvegin var ikki greitt, hvørji tvey fóru at verða vald í nevndina.

 

Fyri vali stóðu Andrea á Rípuni, sum hevur verið næstforkvinna seinastu trý árini, og Tórhallur við Gil, sum hevur verið skrivari í tvey skeið. Andrea á Rípuni, sum hevur verið í nevndini fleiri skeið, stillaði ikki upp aftur.

 

Fýra valevni bjóðaðu seg fram til nevndina. Tá ið avtornaði, vóru Tórhallur við Gil og Eyðbjartur Skaalum valdir við ávikavist 191 og 132 atkøvøðum. Nevndin í Føroya Lærarafelag er sostatt hendan:

 

Jacob Eli S. Olsen, formaður, Bergur Samuelsen, Jona Højsted, Tórhallur við Gil og Eyðbjartur Skaalum. Nevndin skipar seg í næstum. 1. tiltakslimur er Annbritt Toftegaard og 2. tiltakslimur er Augusta Egholm Petersen.

 

Skipað í bókastavarað:

 

Annbritt Toftegaard, skúlastjóri í skúlanum á Giljanesi

 

Augusta Egholm Petersen, lærari í Vestmanna skúla

 

Eyðbjartur Skaalum, lærari í skúlanum á Argjahamri

 

Oluf Müller, lærari í Hoyvíkar skúla

 

Tórhallur við Gil, lærari í Runavíkar kommunuskúla