Tey, sum skipa fyri tiltøkum av ymsum slagi hetta til jóla, kunnu nú læna einglaveingir frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Ætlanin er, at verndareinglar skulu ganga runt og býta út ókeypis endurskin, tað kann vera tá ið jólatrø verða tendrað, ella annað verður fyriskipað
Í ár hevur Leila av Reyni sniðgivið nýggjar veingir, sum næmingar hennara á Tekniska skúla hava seymað.
- Talan er um bæriligar og vakrar veingir, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd
- Í fjør høvdu vit hetta sama átakið, og tá var undirtøkan stór. At kalla øll veingjapørini vóru úti kring landið allar dagarnar.
- Hetta var til alskyns tiltøk so sum tá ið jólatrø vórðu tendrað, har býráðspolitikarar vóru verndareinglar,
Verndareinglar vóru eisini í jólaveitslum í skúlum ella bara har foreldur ella skúlastýri vóru kring skúlan ein vetrarmorgun í jólamánaðinum, tá næmingarnir møttu, Ráðið fyri Ferðslutrygd.
- Ofta halda fólk, at bara tey síggja bilin, sær bilførarin eisini tey.
- Men hetta er ikki rætt!
Í myrkri er næstan ógjørligt hjá bilførarum at síggja fólk til gongu, hava tey ikki endurskin uppi á sær.
- Fólk við ongum endurskini síggjast bara 25-30 metrar burtur frá, men tey við endurskini síggjast 40 metrar burturfrá, og hetta er tá bilurin brúkar nærljós.
- Koyrir bilurin 50 kilometrar um tíman, hevur bilførarin 10 sekund at umráða seg í, tá ið fólk hava endurskin, men hann hevur bara tvey sekund, táið fólk ikki eru í endurskini.
- Tað kann vera munur millum lív og deyða, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.
- Norsk kanning vísir, at brúkar tú endurskin, minkar vandan fyri eini vanlukku í myrkri við 85 prosent.