Læknar hótta við tiltøkum ímóti Karsten Hansen

Yngri læknar í Føroyum hótta nú við at seta tiltøk í verk

Yngri læknar í Føroyum hótta nú við at seta tiltøk í verk.

 

Tað staðfestur Jan Rasmussen, sum er formaður felagið hjá yngri læknum í Føroyum.

 

Hóttanin frá yngri læknunum kemur í kjalarvørrinum á, at Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum hevur boðað frá, at hann fer ikki at seta nýggjan læknastjóra.

 

Tvær ferðir er søkt eftir læknastjóra, men bara ein umsókn kom hvørja ferð og nú er

avgjørt ongan at seta í starvið.

 

Ístaðin hevur Karsten Hansen boðað frá, at heilsuverkið skal nýskipast og sostatt eisini leiðslubygnaðurin og til greiða er fingin á, hvusu bygnaðurin verður, ger hann ikki meiri við starvið sum læknastjóri.

 

Tummas í Garði er læknastjóri og avtalað verður nú gjørd við hann um at halda fram í starvinum sum læknastjóri, til greiða er fingin á, hvussu bygnaðurin verður, segði landsstýrismaðurin við Kringvarpið í gjár.

 

Men hetta er rættiliga fallið yngru læknunum fyri bróstið og teir mótmæla harðliga, at

læknastjórastarvið á Landssjúkrahúsinum verður niðurlagt í óðum verkum, sum teir málbera seg.

 

- Yngri læknar kunnu als ikki góðtaka, at ein lækni ikki er umboðaður í sjúkrahússtjórnini. Eisini verður mótmælt háttinum, sum hetta tiltakið er framt.

 

- Eingin kunning er komin frá Heilsumálaráðnum til Læknafelagið og læknarnar á Landssjúkrahúsinum um ætlanirnar at niðurleggja læknastjórastarvið.

- Eitt sjúkrahús kann ikki vera uttan læknar. Og eitt sjúkrahús kann ikki rekast skynsamt uttan at læknarnir eru umboðaðir í sjúkrahússtjórnini, siga yngri læknarnir.

 

Tískil má tað tryggjast, at læknafakið er ein partur av leiðslutoyminum á Landssjúkrahúsinum.

- Alt annað er vitleyst, staðfestir felagið hjá yngri læknunum.

 

Teir siga, at teir góðtaka ikki, at myndugleikin ber seg undan við at siga, at tað er trupult at fáa nýggjan læknastjóra fyri fráfarna.

 

- Heilsumálaráðið má og skal tryggja, at hesi viðurskiftini koma í rættlag. At hálvavegna blaka læknafakið úr stjórnini á Landssjúkrahúsinum kemur at elva til, at sjúkrahússtjórnin fer ikki at hava nøktandi innlit í sjúkuviðurskifti og fer harvið heldur ikki at hava nøktandi innlit í hvørjar atgerðir skulu gerast fyri at tryggja eitt gott viðgerðarstøði fyri sjúklingarnar.

- Læknastjórin skal tryggja, at viðurskiftini hjá læknunum á Landssjúkrahúsinum eru góð og stabil, til frama fyri eini áhaldandi tiltongd av læknum at røkja viðgerðini av sjúklingunum í Føroyum.
 

Yngri Læknar í Føroyum krevja at fáa nøktandi kunning frá Heilsumálaráðnum.

 

Og fáast viðurskiftini ikki í rættlag, verður umhugsað at seta tiltøk í verk, sigur felagið hjá Yngri Læknum í Føroyum.